108 fiskidagar á Føroya banka seldir ella latnir øðrum

108 fiskidagar á Føroya banka seldir ella latnir øðrum
Árni Skaale, landsstýrismaður, hevur svarað Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um fiskiskapin á Føroya banka
330 fiskidagar eru latnir á Føroya banka í ár, nakað fleiri enn Havstovan mælti til. (Savnsmynd)
 
18.08.2022 - 08:16

14 úróðrarbátar, línubátar og virki hava selt ella latið øðrum fiskidagar, 108 í tali, sum tey fingu á Føroya banka í ár.

Hetta sæst í svari frá Árna Skaale, landsstýrismanni, til Høgna Hoydal, løgtingsmann, um fiskiskapin á Føroya Banka.

Høgni Hoydal spurdi, hvørja lógarheimild landsstýrismaðurin hevur til at geva fiskiførum dagar til royndarfiskiskap á Føroya banka, sum ikki brúka dagarnar, men selja teir.

Fyri at hava eina smidliga skipan, sum stuðlar upp undir, at línuskip og stórir útróðrarbátar gagnnýta fiskidagarnar, kunnu loyvishavarar avhenda fiskidagar sínámillum.

 

Sama meginregla

Línuskip kunnu avhenda til onnur línuskip í bólkinum, og størri útróðrarbátar kunnu avhenda fiskidagar sínámillum. 

Hetta er sama meginregla, sum er galdandi fyri onnur eginrættindi, sigur landsstýrismaðurin.

330 fiskidagar eru latnir á Føroya banka í ár, nakað fleiri enn Havstovan mælti til.

Havstovan mælti til 200 dagar.

Fiskimálaráðið heldur tó ikki, at hetta ger seg inn á stovnin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065