Miðlar: Privatu grønlendsku miðlarnir betur fyri enn teir føroysku

Miðlar: Privatu grønlendsku miðlarnir betur fyri enn teir føroysku
Meðan føroysku bløðini hava verið fyri stórari afturgongd seinastu árini, so eru teir privatu grønlendsku miðlarnir ikki raktir upp á sama máta, sigur granskari
Signe Ravn-Højgaard frá lærda háskúlanum í Grønlandi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.08.2022 - 19:19

Signe Ravn-Højgaard, sum luttók á ráðstevnuni "Miðlar á vegamóti" í Norðurlandahúsinum í dag, undirvísir og granskar á Universitetinum í Grønlandi. 

Hon hevur granskað nógv í miðlunum í teimum vestaru norðurlondunum, sum hon kallar Grønland, Ísland og Føroyar. 

Signe Ravn-Højgaard staðfestir, at privatu grønlendsku miðlarnir og bløðini eru ikki rakt á sama hátt sum føroysku bløðini, ið hava verið fyri stórari afturgongd seinastu árini. 

Hinvegin er grønlendska kringvarpið rakt av starvsfólkamangli.

Fyrst og fremst tí, at lønirnar ikki liva upp til tær, sum eitt nú grønlendskir stovnar og almenna fyrisitingin kann bjóða journalistunum, ið vilja bjóða seg fram sum samskiftisráðgevar og annað. 

Hon sigur soleiðis um miðlastøðuna í Grønlandi.

Signe_Ravn_Hojgaard_18082022


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928