Dátueftirlitið flytur inn á Skálafjørðin

Dátueftirlitið flytur inn á Skálafjørðin
Hølini í Havn hóska ikki til tørvin, sigur stjórin í Dátueftirlitinum
Nú verður farið at fyrireika flytingina av Dátueftirlitinum til eystara arm av Skálafjørðinum.
 
19.08.2022 - 14:37

Dátueftirlitið flytur nú inn á Skálafjørðin.

Tað boðar Løgmansskrivstovan frá í dag.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur gjørt av, at Dátueftirlitið í næstum skal flyta inn á eystara arm á Skálafjørðinum. Avgerðin hevur verið til ummælis hjá Dáturáðnum, sum tekur undir við avgerðini.

 

Tóri Højgaard er stjóri í Dátueftirlitinum.

 

Seks starvsfólk

Dátueftirlitið er óheftur fyrisitingarmyndugleiki og stovnur undir Løgmansskrivstovuni. Á Dátueftirlitinum starvast seks starvsfólk. Dátueftirlitið virkar sum skrivstova hjá Dáturáðnum, og hevur til uppgávu at hava eftirlit við og virka fyri, at dátuverndarlógin verður hildin. 

Tóri Højgaard, stjóri í Dátueftirlitinum, sigur, at tað er neyðugt at finna nýggj hóskandi høli, tí hølini í Sigmundargøtu í Havn hóska ikki til tørvin. Staðsetingin á eystara armi á Skálafjørðinum fer ikki at ávirka virksemið, sigur hann.

Nú verður farið undir at fyrireika flytingina og skipa fyri útboðið av møguligum hølum á Skálafjørðinum, skrivar Løgmansskrivstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094