Grikkaland sleppur frá eftirliti

Grikkaland sleppur frá eftirliti
Grikkaland hevur fótað sær aftur búskaparliga, og nú sleppur landið eisini undan hørðum altjóða eftirliti og eini ófrælsari búskaparligari tilveru.
 
20.08.2022 - 13:22

Eftir at ES í 12 ár hevur havt serligt eftirlit við búskaparligu gongdini í Grikkalandi, endar hetta eftirlitið nú.

Hesum boðar europeiska samveldið frá í dag.

Í november í 2009 vísti tað seg, at Grikkaland var so niðurundirkomið av vaksandi almennari skuld, at avleiðingin gjørdist ein fíggjarkreppa í øllum evru-umráðnum.

Grikkaland fekk tá ein bjargingarpakka upp á 2.150 milliardir krónur, men harðar treytir fylgdu við.

Afturfyri kravdu altjóða gjaldoyragrunnurin, ES og europeiski miðbankin, at fíggjarpolitiskt eftirlit skuldi havast við Grikkalandi, ið samstundis noyddist at seta umfatandi búskaparligar nýskipanir í verk.

Fótað sær aftur
Millum annað var talan um lønarlækkingar, skattahækkingar og privatiseringar, ið fingu grikska búskapin at minka niður í ein fjórðing, samstundis sum arbeiðsloysið fór upp á methøgu 28 prosent.

Griski forsætisráðharrin, Kyriakos Mitostakis, fegnast um, at tólv ár við “pínu, búskaparligum stígi og einum sindraðum samfelag” eru av.

– Vit hava nú stóran búskaparligan vøkstur og lækkandi arbeiðsloysi, sum er minkað trý prosentstig síðani í fjør og fimm prosentstig síðani í 2019, sigur Mitsotakis, ið fegnast um, at landið hevur fótað sær aftur.

- Vit hava nú stóran búskaparligan vøkstur og lækkandi arbeiðsloysi, sum er minkað trý prosentstig síðani í fjør og fimm prosentstig síðani í 2019, sigur Mitsotakis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233