Føroyar gerast alsamt svartari

Føroyar gerast alsamt svartari
91,4 prosent av orkunøgdini í Føroyum stava frá olju
Í fjør brúktu vit góð 54.000 tons av olju til elframleiðslu, 2576 tons meira enn árið fyri.
 
23.08.2022 - 13:07

Føroyar gjørdust svartari - og ikki grønari - í fjør.

Tað staðfestir Umhvørvisstovan, sum hevur gjørt upp orkurenslið í Føroyum fyri 2021.

Sambært Umhvørvisstovuni kemur 91,4 prosent av orkunøgdini í Føroyum frá olju.

Elframleiðslan í fjør var tilsamans 424 gigawatt-tímar. 62 prosent vóru framleidd úr olju, 38 prosent úr grønum orkukeldum.

 

Umhvørvisstovan hevur gjørt orkurenslið upp.

 

54.000 tons fóru til elframleiðslu

Í fjør brúktu vit góð 54.000 tons av olju til elframleiðslu, tað eru 2576 tons meira enn árið fyri.

Í fjør innfluttu Føroyar 312.787 tons av olju. Tað eru útvið 12.000 tons meira enn árið fyri.

Og oljan bleiv eisini dýrari at keypa. Í fjør innfluttu vit olju fyri 1340 milliónir krónur, tað eru góðar 400 milliónir krónur meira enn árið fyri, tá vit innfluttu olju fyri 930 milliónir krónur.

Tann gongdin, har alsamt fleiri krónur verða brúkta til at keypa olju, tykist halda fram. Sambært Hagstovuni innfluttu vit olju fyri 1 milliard og 61 milliónir krónur, fyrra hálvár í ár.

 

Grøna orkan vaksin 24 prosent

Umhvørvisstovan hevur eisini hugt at gongdini síðstu fimm árini. Síðani 2016 er samlaða nøgdin av orku økt 24 prosent. Tølini staðfesta, at vit brúka nógv meira olju, bæði á sjógvi og landi.

Oljunýtslan á sjógvi er vaksin heili 31 prosent síðstu fimm árini. Á landi er oljunýtslan vaksin 18 prosent.

Elframleiðslan er økt 34 prosent síðstu fimm árini. Nærum allur vøksturin verður nøktaður við meira framleiðslu úr olju, staðfestir Umhvørvisstovan.

Ein orsøk til øktu nýtsluna kann vera, metir Umhvørvisstovan, at fólkatalið frá 2016 til 2021 er vaksið sjey prosent, og bruttotjóðarúrtøkan umleið 12 prosent. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762