Tjóðveldi stillar upp til fólkatingsvalið

Tjóðveldi stillar upp til fólkatingsvalið
Meiriluti var á flokstinginum fyri at stilla upp, men onkur var eisini ímóti, sigur Høgni Hoydal, floksformaður
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.08.2022 - 08:57

Tjóðveldi stillar upp til komandi fólkatingsval.

Tað var avgjørt á flokstingi í gjárkvøldið.

Meirilutin fyri tí, altso at stilla upp, var størri hesaferð enn hann plagar at vera, sigur Høgni Hoydal, floksformaður.

Men onkur var tó ímóti at stilla upp.

Flokstingið hevur givið aðalstjórn floksins heimild til at gera ein lista til fólkatingsvalið. Økisfeløgini og Unga tjóðveldi senda uppskot um valevni.

Á fólkatingsvalinum í 2019 vóru 13 fólk á listanum hjá Tjóðveldi.

Okkurt um 100 fólk vóru á floktinginum hjá Tjóðveldi í gjárkvøldið.

Nú er greitt, at allir flokkar í Føroyum, uttan Sjálvstýri, stilla upp til komandi fólkatingsval. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342