- Tíðindi, mentan og ítróttur
Katrin Haraldsen nýggj forkvinna
Katrin Haraldsen nýggj forkvinna
Katrin Haraldsen er nýggj forkvinna í felagnum Camping.fo, har hon avloysir formannin síðstu 15 árini, Ivan Skorheim

Katrin Haraldsen, nýggja forkvinna í felagnum Camping.fo, og gamli formaðurin Ivan Skorheim.
04.09.2022 - 12:02
Samstundis er Tórun Frederiksberg Dalfoss nýggj næstforkvinna.
Hetta er greitt, eftir at felagið í gjár hevði ársaðalfund á Eiði, har bæði formaðurin og næstformaðurin, Krissolvur Johannesen, bóru seg undan afturvali.
Nýggja forkvinnan, Katrin Haraldsen, hevur áður sitið í nevndini í nøkur ár, og hon var eisini millum teirra, ið settu felagið á stovn í 2005.
Hini, sum manna nevndina í Camping.fo, eru Hans Jákup Kollslíð, Magnus Jacob Magnussen og Tummas Heri Thomassen, og tiltakslimir eru Rasmus Petur Tróndheim og nú fráfarni formaðurin, Ivan Skorheim.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























