Charles verður tikin í eið sum kongur í morgin

Charles verður tikin í eið sum kongur í morgin
Tá hann er tilnevndur og tikin í eið, fer Charles kongur at halda røðu fyri fólkinum
73 ára gamli Charles verður tikin í eið sum kongur í Bretlandi í morgin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.09.2022 - 09:13

Charles kongur verður tikin í eið sum bretskur kongur í morgin. 

Tað eru boðini úr kongshúsinum.

Charles gjørdist kongur, tá mamman, Elizabeth drotning, doyði í gjár, men sjálvt hátíðarhaldið verður ikki fyrr enn í morgin.

Tá kemur serliga ráðið saman á St. Jameses Palace í London, har hátíðarhaldið verður.

Vanliga verður ráðið kallað saman í seinasta lagi 24 tímar eftir, at ein kongur ella drotning doyr, men av tí at tað var so seint í gjár, at Elizabeth drotning andaðist, bar ikki til at fáa boðini út, og tí er hátíðarhaldið flutt til í morgin.

Tað skrivar The Guardian, sum Ritzau endurgevur.

 

Elizabeth drotning andaðist í gjár, 96 ára gomul. (Ritzau Scanpix)

 

Tá deyðsboðini av drotningini frættust, fóru fólk at leggja blómur uttan fyri Buckingham Palace í London. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Heldur røðu fyri fólkinum

Tá serliga ráðið er komið saman at tilnevna nýggja kongin, verður avgerðin kunngjørd á svalanum á St. James' Palace, sum er almenni bústaðurin hjá konginum í London.

Tá Charles er tikin í eið sum kongur í morgin, fer hann at halda røðu fyri bretska fólkinum.

Tað ganga nakrar dagar, áðrenn Elizabeth drotning verður jarðað. Hon var 96 ár, nú hon doyði.

Allastaðni kring heimin verður Elizabeth drotning mint, tí hon var eisini drotning fyri Commonwealth, sum m.a. fevnir um Avstralia, Ný Sæland og Kanada.

Elizabeth var drotning í meir enn 70 ár.

Charles er 73 ára gamal, nú hann verður kongur í Bretlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444