Skulu tryggja sær plássið

Skulu tryggja sær plássið
- Er málleyst í 85. minutti, so satsa vit neyvan alt, tí tá kunnu vit vera nøgdir við eitt stig. Tað sigur Viljormur Davidsen, undan Nations League-dystinum ímóti Litava
21.09.2022 - 12:49

Tað ræður fyrst og fremst um at tryggja sær plássið í C-deildini í Nations League. 

Í annaðkvøld spælir fótbóltslandsliðið sín næstsíðsta dyst í hesari kappingini á útivølli ímóti Litava. Føroyar eru undan dystinum fýra stig framman fyri litavar, og tí er javnleikur nøktandi.

 - Vit fara sjálvandi eftir at vinna, tann hugburðin skulu vit hava til hvønn landsdyst, men er málleyst í 85. minutti, so satsa vit neyvan alt, tí tá kunnu vit vera nøgdir við eitt stig, sigur Viljormur Davidsen.

Málmanstvídysturin darvar ikki verjuspælið

Síðstu árini hevur dysturin um málmansplássið verið harður millum Teit Matras Gestsson og Gunnar Nielsen, sum annars átti plássið í langa tíð.

Håkan Ericson segði mánadagin, at hann umhugsar at geva teimum báðum hvør sín dyst í hesum umfarinum. Viljormur Davidsen heldur ikki, at hetta darvar verjuspælið.

 - Teir hava hvør sínar avgjørdu styrkir, so tað kann vera ein fyrimunur.  Upp á tann mátan passar annar kanska betri til annan dystin, meðan annar passar betur til hin, sigur Viljormur Davidsen.

 - Teir eru royndir og spæla væl, og kappingin teirra millum er hørð, so vit kenna okkum tryggar óansæð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329