Hallur Hansson úti í eitt ár

Hallur Hansson úti í eitt ár
Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Hallur Hansson, er somikið illa skaddur, at hann ikki spælir aftur fyrrenn um níggju til tólv mánaðir
Hallur Hansson hevur fingið boð um, at hann ikki spælir fótbólt í níggju til tólv mánaðir
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
21.09.2022 - 14:45

Hallur Hansson verður ikki at síggja á fótbóltsvølli aftur fyrrenn um eitt ár. Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 - Hetta vóru tey ringastu boðini, sum eg kundi fáa. Men soleiðis er fótbóltur, og nú ræður um at hyggja fram eftir, og koma styrktur aftur, tá tann tíð kemur, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Hann verður sostatt ikki við í landsdystunum ímóti Litava og Turkalandi.

Tað var í dysti fyri íslendska felag sítt, KR Reykjavík, farna sunnudag, at Hallur Hansson mátti av vøllinum á børi.

Skanningarnar vísa nú, at knæið er so mikið skatt, at føroyski liðskiparin neyvan spælir fótbólt aftur fyrr enn um eini níggju til tólv mánaðar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890