Katrin Kallsberg vald í Etiska ráðið

Katrin Kallsberg vald í Etiska ráðið
Hon avloysir Ann Danielsen, sum ikki vil halda fram í ráðnum
Katrin Kallsberg er vald í Etiska ráðið.
 
22.09.2022 - 13:22

Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum, er vald í Etiska ráðið fyri Ann Danielsen, sum hevur boðað frá, at hon vil ikki halda fram í ráðnum.

Tað boðar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, frá í dag.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur í tíðindaskrivi, at talan er í hesum føri um ein lim, sum landsstýrismaðurin tilnevnir, og har tað í serligu viðmerkingunum til grein seks í lógini er útgreinað, hvussu hesin limurin eigur at veljast:

“Landsstýrismaðurin tilnevnir harumframt ein lim. Hugsað verður um, at hesin limur m.a. skal hava heilsufakligan kunnleika til gransking og viðgerð innan læknafrøði, og til gransking og viðgerð  innan  heilsuøkið.  Mett  verður,  at  tað  er  neyðugt  at  hava  eitt  heilsustarvsfólk  við læknafakligari bakgrund í ráðnum, av tí at stórur partur av tí granskingarvirksemi, ið fer fram viðvíkjandi lív- og ílegutøkni innan heilsuøkið, verður gjørt av læknum”.

Í samsvari við oman fyri nevndu serligu viðmerkingar til lógina, hevur landsstýrismaðurin tilnevnt Katrina Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp, sum lim í Etiska ráðnum, stendur í tíðindaskrivinum frá Heilsumálaráðnum.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. mai
Jambalaja - 240525
192336
Leygardag 24. mai
Upp á tá - 230525
192325
Leygardag 24. mai
Vikan 24. mai 2025
192323
Leygardag 24. mai
Morgunlestur leygardagur 24.mai 2025
192150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319
Fríggjadag 23. mai
Veðrið
192307
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266