Barnaverndin fekk 399 nýggj mál í fjør

Barnaverndin fekk 399 nýggj mál í fjør
Løgreglan boðar barnaverndini frá fimta hvørjum máli, sum barnaverndin fær
Barnaverndarmál eru 5,4 prosent av barnatalinum í Føroyum.
 
28.09.2022 - 08:32

Barnaverndin fekk 399 nýggj mál í fjør. Talan er um 202 gentur og 197 dreingir.

Virkin barnaverndarmál vóru 902 við ársenda 2021. 435 mál vóru lokað í árinum. 

Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni.

Barnaverndarmál eru 5,4 prosent av barnatalinum í Føroyum.

 

Javnt kynsbýti

Kynsbýtið er rættiliga javnt fyri børn upp til 17 ár.  Í bólkinum 18 til 22 ár eru dupult so nógvir dreingir.

Løgreglan boðar barnaverndini frá fimta hvørjum máli, sum barnaverndin fær.

Henni á baki kemur foreldramyndugleikin, 11,4 prosent.

Fráboðanir frá ónevndum eru 11 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815