Landsstýrið fordømir russiska hertøku av ukrainskum landspørtum

Landsstýrið fordømir russiska hertøku av ukrainskum landspørtum
Hetta er greitt brot á altjóða lóg, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2022 - 11:03

Landsstýrið fordømir harðliga Russland fyri royndina at innlima hertiknu ukrainsku landsåartarnar Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizhzhia. 

Tað boðar Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, frá. 

Í tíðindaskrivi sigur Uttanríkismálaráðið, at "Sonevndu fólkaatkvøðurnar, ið Russland hevur skipað fyri í hertiknu økjunum, eru ólógligar, og úrslitini kunnu undir ongum umstøðum metast at vera í samsvari við viljan hjá fólkinum í økjunum."

Víðari sigur Uttanríkismálaráðið, at "Tað er greitt brot á altjóða lóg og ásetingarnar í Stovningarsáttmála Sameindu tjóða, at eitt land innlimar partar av einum øðrum landi við hertøku og valdsnýtslu. 

Innliman Russlands av hertiknu landslutunum er sostatt ólóglig sambært altjóða lóg og uttan rættarvirknað."

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í almennari fráboðan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928