Fleiri ukrainar kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum

Fleiri ukrainar kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum
Endamálið við broytingini er, at fólk, sum vóru í feriu ella í øðrum styttri uppihaldi í útlandinum 24.februar, eisini kunnu fáa uppihaldsloyvi
Tá fyrstu ukrainsku flóttafólkini komu til Føroya. Nú kunnu ukrainar, sum vóru uttanlands, tá Russland gjørdi innrás, eisini koma til Føroya. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
05.10.2022 - 08:29

Ukrainar, sum vóru uttanlands, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina, kunnu nú eisini sleppa til Føroya.

Skeringsdagurin í lógini er 24.februar, sum er dagurin fyri innrásina. Men dagurin skal broytast til 1.februar.

Lógin skal broyast, so fólk, sum fóru úr Ukraina 1. februar ella seinni, kunnu søkja um uppihaldsloyvi.

Endamálið við broytingini er, at fólk, sum vóru í feriu ella í øðrum styttri uppihaldi í útlandinum 24.februar, eisini kunnu fáa uppihaldsloyvi. 

 

66 ukrainar fingið uppihaldsloyvi

Uppskotið kostar landinum, men hvussu nógv, veit landsstýrið ikki.

Men greitt er, at hetta kostar meira enn galdandi lóg, tí fleiri fáa nú møguleikan at søkja um fyribils uppihaldsloyvi.  

Higartil hava 66 fólk úr Ukraina søkt um at fáa fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum, sum 64 ukrainar nú hava fingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928