Norðmenn steingja fleiri havnir fyri russum

Norðmenn steingja fleiri havnir fyri russum
Russisk skip sleppa bara í tríggjar norskar havnir, og skipini skulu kannast
Anniken Huitfeldt er uttanríkisráðharri í Noregi.
 
06.10.2022 - 16:07

Norska stjórnin hevur í løtuni tíðindafund um tilbúgvingina í norskum havnum. 

Tað eru Anniken Huitfeldt, uttanríkisráðharri, Bjørnar Skjæran, fiskimálaráðharri, og Emilie Enger Mehl, ráðharri í tilbúgvingarmálum, sum hava kallað til tíðindafund um atgongd hjá russiskum fiskiskipum í norskar havnir.

Stjórnin hevur gjørt av, at russisk fiskiskip nú bara sleppa inn í tríggjar havnir, og at øll russisk skip, sum koma inn í hesar havnir, skulu kannast.

Hoyr Anniken Huitfeldt, uttanríkisráðharra:

 

06102022_-_Anniken_


Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá Bárði Nielsen, løgmanni.

Meira verður at frætta í tíðindunum klokkan 18. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959