Fíggjarlógin farin í nevnd

Fíggjarlógin farin í nevnd
Í dag viðger løgtingið eykajáttanarlóg og oljuískoytið
Fíggjarnevndin fer nú at viðgera fíggjarlógaruppskotið fyri 2023.
 
07.10.2022 - 08:33

Uppskotið um fíggjarlóg fyri 2023 er nú farið í Fíggjarnevndina.

Fyrsta viðgerð, sum byrjaði fyrrapartin mikudagin, var liðug beint fyri klokkan fimm í gjár.

Á tingfundinum í dag eru uppskotini um eykajáttanarlóg og oljuískoytið á skránni.

Tingfundurin byrjar kl.10.00.

 

Fíggjarnevndin í Sveis

Herfyri var fíggjarnevndin í Sveis og kunnaði seg um sveisiska búskapin og fíggjarpolitisku viðurskiftini í landinum.

Á ferðini hevði nevndin fundir við fíggjarnevndina í sveisiska tinginum, umboð fyri landspartastjórnirnar og sveisiska stórbankan, Credit Suisse. 

Fundur var eisini við tankasmiðjuna Foraus, ið felagsskapur hjá sveisiskum lesandi, sum millum annað greinar uttanríkisviðurskfti og búskaparviðurskifti.

 

Bitcoin

Fíggjarnevndin vitjaði eisini norsku sendistovuna og danska konsulátið í Zürich og fyritøkuna Bitcoin Suisse, sum Niklas Nikolajsen von Karlshof, sum er av føroyskari ætt, stovnaði í Zug í 2013.

Fyritøkan er heimsins størsti pallur fyri handil við krypto-gjaldoyra.

Fíggjarnevndin sigur, at ferðin fekk nevndarlimirnar at hugsa um, hvussu til ber at skipa seg á ein øðrvísi hátt, enn vit gera í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890