Gudsspottan skal ikki vera revsiverd

Gudsspottan skal ikki vera revsiverd
Bjarni Kárason Petersen í Framsókn vil hava gudsspottan strikaða í revsilógini
Tað eigur ikki at vera revsivert at spotta átrúnað, heldur tingmaður.
 
08.10.2022 - 10:31

Bjarni Kárason Petersen í Framsókn vil hava gudsspottan strikaða í revsilógini.

Sambært revsilógini kunnu ávísar útsagnir, speireking ella háðan, um trúarlæru ella gudsdyrkan hjá lógligari trúarsamkomu her í landinum revsast við sekt ella fongsli í upp til fýra mánaðir.

Eingin er nakrantíð dømdur eftir hesi ásetingini í Føroyum, sigur Bjarni Kárason Petersen.

Eingin verja

Hann sigur, at eingin átrúnaður eigur at vera vardur móti atfinningum.

At strika gudsspottan í revsilógini styrkir talufrælsið og er í samsvari við tilmæli frá ST og Europaráðnumum um, at tað skal ikki vera revsivert ikki at sýna virðing fyri eini trúarlæru ella gudsdyrkan.

Í størsta partinum av Evropa er gudsspottan ikki revsiverd longur.

Ásetingin um gudsspottan í revsilógini var strikað í Svøríki í 1970, í Stóra Bretlandi, tó ikki í Norðurírland, í 2008, í Noreg og Íslandi í 2015 og í Danmark í 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928