Byrja á útivølli ímóti Moldova

Byrja á útivølli ímóti Moldova
Fyrsti dysturin í EM-undankappingini hjá fótbóltslandsliðnum við monnum verður í Moldova, og hin síðsti verður í Albania
Fyrsti dysturin í EM-undankappingini verður í Moldova, har Føroyar fyrr hava fingið stig
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
10.10.2022 - 09:48

Fótbóltslandsliðið við monnum byrjar komandi EM-undankappingina á útivølli ímóti Moldova.

Dysturin í Moldova verður 24. mars, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Síðan er steðgur til juni, tá kappingin heldur fram við tveimum heimadystum. Kekkia verður mótstøðulið á Tórsvølli 17. juni og tríggjar dagar seinni vitjar Albania, sum Føroyar møta fyri fyrstu ferð.

Tveir dystir eru í september. Føroyar skulu hitta Robert Lewandowski og Pólland á útivølli 7. september, og síðan vitjar Moldova á Tórsvølli 10. september.

Í oktober eru aftur tveir dystir. 12. oktober taka Føroyar ímóti Póllandi, og tríggjar dagar seinni bíðar Kekkia á útivølli.

Síðsti dysturin í undanspælinum verður á útivølli ímóti Albania. Hann er 20. november.

Leikskráin
24. mars Moldova – Føroyar (kkl. 19:45)
17. juni Føroyar – Kekkia (kl. 19:45)
20. juni Føroyar – Albania (kl. 19:45)
7. sept. Pólland – Føroyar (kl. 19:45)
10. sept. Føroyar – Moldova (kl. 17:00)
12. okt. Føroyar – Pólland (kl. 19:45)
15. okt. Kekkia – Føroyar (kl. 17:00)
20. nov. Albania – Føroyar (kl. 19:45)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911