Zelenskyj: Russland týnir okkum

Zelenskyj: Russland týnir okkum
Atsóknir at Zaporizjzja og Kyiv hava kravt fleiri mannalív
Í morgun vóru spreingingar í fleiri ukrainskum býum, m.a. í høvuðsstaðnum Kyiv.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.10.2022 - 10:17

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at fleiri eru fallin og eru særd í álopum kring alt Ukraina. 

Tað skrivar Reuters.

- Tey royna at oyðileggja og týna okkum, týna fólk, sum sova trygt í heima í Zaporizjzja. Drepa fólk, sum skulu til arbeiðis í Dnipro og Kyiv,  sigur Zelenskyj, sambært Reuters.

 

Um vikuskiftið søktu russar at Zaporizjzja. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Ansið eftir tykkum

- Lúrar hoyrast um alt Ukraina. Rakettir raka. Tíverri eru fleiri deyð og løstað. Verðið verandi í bumburúmunum, ansið eftir tykkum og teimum, sum tit elska. Haldið fast og verið sterk, skrivar Zelenskyj.

Í morgun vóru fleiri spreinginar í ukrainskum býum. 

Í beinleiðis samrøðu í morgun tosaði BBC við tíðindamannin Hugo Bachega, sum er staddur í Kyiv. 

Hann tosaði um óttan fyri russiskum mótálopum eftir atsóknina leygarmorgunin á Kertj-brúnna millum Krim-hálvoynna og Russland.

Men brádliga var samrøðan avbrotin, tá ið tíðindamaðurin hoyrdi rakettljóð:

 

10102022_Bretskur_tidindamadur

 

Ein tíma seinni fekk BBC samband aftur við tíðindamannin og fotografin.

Zaporizjzja er ein av fýra landspørtum í Ukraina, sum Putin limaði inn í Russland á stórum hátíðarhaldi í Moskva í síðstu viku, eftir at russiskt-stuðlað loysingarfólk í landinum høvdu boðað frá sigri eftir fleiri "fólkaatkvøður".

Vesturheimurin sigur, at fólkaatkvøðurnar eru glantrileikur, og at landspartarnir ikki eru alment góðkendir sum partar av Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928