Putin er sinnaður at hitta Biden

Putin er sinnaður at hitta Biden
Skjýtur USA upp at hava fund millum Putin og Biden, fara vit at umhugsa tað, sigur russiski uttanríkisráðharrin
Russiski uttanríkisráðharrin sigur, at Putin, forseti, er sinnaður at hitta amerikanskan starvsbróðurin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.10.2022 - 14:27

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, finst í røðu í almenna russiska sjónvarpinum hvassliga at USA.

Hann skuldsetur USA fyri at vera partur av krígnum í Ukraina.

- Satt at siga, tykist tað sum um amerikanarar hava verið við í hesum krígnum leingi, sigur Lavrov.

Sambært Reuters, sigur Lavrov, at russiski forsetin, Vladimir Putin, er sinnaður at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden, um USA biður um tað á næsta G20-toppfundinum.

- Skjýtur USA upp at hava fund millum Putin og Biden, fara vit at umhugsa tað, sigur russiski uttanríkisráðharrin.

Hann leggur samstundis USA undir at siga ósatt.

- USA sigur, at tey eru til reiðar samráðast við Russland, men tað er ósatt. Vit hava ongan ítøkiligan fyrispurning fingið um samskifti, sigur Sergei Lavrov.

 

 

Facebook og Instragram á yvirgangslista

Russiskir myndugleikar hava sett fyritøkuna Meta, sum er móðurfelagið hjá Facebook og Instagram, á ein lista, har yvirgangsfelagsskapir og víðgongdir felagsskapir verða skrásettir. 

Tað skrivar tíðindastovan Reuters, sum vísir til russiska tjóðarmiðilin Interfax. 

Sambært Interfax, hevur russiski felagsskapurin fyri yvirvøku eisini sett Meta á listan yvir yvirgangsfelagsskapir og víðgongdar felagsskapir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429