Triði valfundurin verður í Miðnámi á Kambsdali klokkan 10

bannari
Triði valfundurin verður í Miðnámi á Kambsdali klokkan 10
Miðnám á Kambsdali verður fyrrapartin karmur um valfund, sum verður sendur beinleiðis í útvarpinum og sjónvarpinum, umframt at hann verður stroymdur her á síðuni
Tveir sessir í danska fólkatinginum eru tað, ið flokkarnir í Føroyum kappast um, nú triði valfundurin verður í Miðnámi á Kambsdagli í dag klokkan 10
Mynd: Christoffer Regild  
 
20.10.2022 - 01:37

Klokkan 10 er aftur valfundur á skránni í dekninginum hjá Kringvarpi Føroya av fólkatingsvalinum. 

Valfundurin er á Miðnámi á Kambsdali, og allir flokkarnir, ið stilla upp til fólkatingsvalið, hava umboð við á almenna fundinum. 

Valdekningurin í Kringvarpi Føroya verður skipaður soleiðis, at aðru hvørja ferð er tað Andglettur, sum verður sendur úr Sortudíki í Havn, og aðru hvørja ferð valfundir kring landið. 

Valfundurin í Miðnámi á Kambsdali í dag, 20. oktober, er tann triði í røðini og byrjar klokkan 10.

Stroymingin av valfundinum á Kambsdali kann síggjast her. 

 

Skráin fyri valdekningin í Kringvarpi Føroya:

  • Hósdag 20. oktober: Valfundur, Miðnám á Kambsdali
  • Fríggjadag 21. oktober: Tjóðveldi í Andglettinum
     
  • Mánadag 24. oktober: Valfundur, Miðnám í Vestmanna
  • Týsdag 25. oktober: Miðflokkurin í Andglettinum
  • Mikudag 26. oktober: Valfundur, Tekniski Skúli í Klaksvík
  • Hósdag 27. oktober: Sambandsflokkurin í Andglettinum
  • Fríggjadag 28. oktober: Valfundur, Glasir í Havn
     
  • Sunnudagur 30. oktober: Stórur veljarafundur í Løkshøll í Runavík.
     
  • Mánadagur 31. oktober: Fólkatingsval í Føroyum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329