Hava ikki staðfest fleiri tilburðir av fuglakrími

Hava ikki staðfest fleiri tilburðir av fuglakrími
Í dag eru tvær vikur síðani, at fuglakrím varð staðfest í heimafugli í Havnardali
Fuglakrím var staðfest í heimafugli í Havnardali fyri tveimum vikum síðani, men síðani er eingin smitta staðfest.
 
21.10.2022 - 13:19

Eingin nýggjur tilburður av fuglakrími er staðfestur í heimafugli í Føroyum seinastu dagarnar.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur kannað trý mál, har illgruni var um fuglakrím, men eingin nýggj smitta var funnin.

- Smittan er framvegis í villa fuglinum, men enn hevur villi fuglurin ikki smittað fleiri heimafuglar, tað, vit vita um, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Í dag eru tvær vikur síðani, at fuglakrím varð staðfest í heimafugli í Havnardali.

 

Heimafuglur og villur fuglur

Í seinastu viku sendi Heilsufrøðuliga starvsstovan út áheitan, har heitt var á fólk, sum hava heimafugl, um at vera ansin.

Eitt av teimum sjey tilmælunum er at minka um sambandið millum heimafugl og villan fugl fyri at minka um smittuvandan.

- Fólk kunnu eitt nú vera hjá heimafuglinum, til tey eru liðug at geva honum, so villur fuglur ikki kemur framat, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815