150 skip við korni sleppa ikki víðari

150 skip við korni sleppa ikki víðari
Ukrainskir myndugleikar siga, at russar pjaka sær við at kanna skipini
Myndugleikarnir í Ukraina siga, at tað er Russland, sum roynir at forða skipunum at sleppa avstað, tí Russland hevur kravt, at skipini við korni skulu kannast, áðrenn tey sleppa í altjóða sjógv.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.10.2022 - 08:50

Hóast avtala er fingin um, at korn kann flytast úr Ukraina til lond kring heimin, so tykist tað at vera torført hjá skipunum at sleppa avstað.

Í løtuni liggja minst 150 skip við Istanbul í Turkalandi, sum eru fermd við korni, men sum ikki sleppa víðari, sigur talsmaðurin hjá ST í økinum, Ismini Palla, sambært Reuters.

Myndugleikarnir í Ukraina siga, at tað er Russland, sum roynir at forða skipunum at sleppa avstað, tí Russland hevur kravt, at skipini við korni skulu kannast, áðrenn tey sleppa í altjóða sjógv. Og sambært ukrainsku myndugleikunum, so pjaka russar sær við at kanna skipini.

- Talan er bert um politikk og einki annað, sigur ein talsmaður fyri ukrainska uttanríkisráðið.

Fyrr í oktober sendi Russland kæru til ST um mannagongdirnar, tá korn skal sendast úr Ukraina gjøgnum Svartahavið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429