Løkke er í lyklastøðu

bannari
Løkke er í lyklastøðu
Reyði vongur á fólkatingi hevði fingið 83 sessir, var val í dag, og blái vongur 71 sessir. Tí noyðast báðir veingir at fáa hjálp frá Moderatunum, sum fáa 21 sessir
Flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen er komin í lyklastøðu, vísir ein nýggj veljarakanning.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.10.2022 - 11:24

Hvørki reyði ella blái vongur høvdu fingið meiriluta, um val var til fólkatingið í dag.

Í staðin høvdu Moderaterne, sum er nýggi flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, endað í lyklastøðu. 

Tað vísir nýggjasta kanningin hjá Voxmeter, sum er gjørd fyri Ritzau. Talan er eisini um seinastu kanningina hjá stovninum fyri valið í Danmark 1. november. 

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Hjálp frá Løkke

Reyði vongur fær 83 tingfólk, meðan blái vongur fær 71 tingfólk. Sostatt noyðast báðir veingir at fáa hjálpandi hond frá Lars Løkke Rasmussen, um teir skulu fáa tey 90 tingfólkini, sum eru neyðug fyri at fáa ein meiriluta á Fólkatingi. 

Moderaterne fáa í kanningini 11,5 prosent av atkvøðunum, ella 21 sessir. 

Meðan tað gongur rættiliga væl hjá Moderaterne, er støðan júst tann øvuta hjá teimum Konservativu.

Í summar vístu veljarakanningar, at flokkurin kundi gerast størsti flokkur á bláa veingi, men nýggja veljarakanningin gevur teimum einans seks prosent. Tað eru 0,6 prosentstig minni enn á seinasta fólkatingsvali.

 

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

DF og Alternativið úr Fólkatinginum

Á reyða veingi er Radikali flokkurin eisini í tungum sjógvi. Flokkurin, sum noyddi Mette Frederiksen, forsætisráðharra, at útskriva nýval, fær sambært nýggju kanningini einans 3,8 prosent, sum er helmingurin av tí, flokkurin fekk á seinasta vali. 

Støðan er kortini betri enn hjá Danska fólkaflokkinum og Alternativinum. Í nýggju kanningini fáa teir báðir flokkarnir ávikavist 1,9 prosent og 1,7 prosent. Og av tí at tinggáttin er tvey prosent, merkir tað, at næsta vikan kann vera tann seinasta hjá teimum á Fólkatingi. 

Kanningin er gjørd frá 22. til 24. oktober, og 1.004 fólk vóru spurd. 

 

Morten Messerschmidt, formaður í Danska fólkaflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636