Atli Gregersen: Hetta fæst ikki betri

Atli Gregersen: Hetta fæst ikki betri
Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, sat uttanfyri við leikbanni í steypafinaluni, men stórfegnaðist eftir seinasta bríksl og sigur ímóti favorittunum úr Klaksvík
29.10.2022 - 22:34

Atli Gregersen stórfegnaðist um steypasigurin á KÍ á Tórsvølli.

 - Tað er ein fantastisk kensla at standa við, vit hava vunnið, og tú sært, hvønn týdning tað hevur í Eysturkommunu, segði Atli Gregersen.

40 ára gamli miðverjin var leikbannaður og mátti hyggja at dystinum frá áskoðaraplássunum, og tað hóvaði honum sjálvsagt ikki.

 - Hatta var forferdilig, tá ið tjóðsangurin var, og teir gingu inn. Eg eri jú gjørdur av stáli, men tárini vóru líka við at trilla, segði Atli Gregersen.

Arnbjørn Svensson, sum ofta hevur spælt longri frammi á vøllinum, tók miðverjuplássið undir liðini á Gunnari Vatnhamar, og Atli Gregersen var væl nøgdur við innsatsin hjá avloysaranum.

 - Jamen, so tekur ein annar maður bara yvir. Tað er líkamikið, Arnbjørn spælir sum ein eingil í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andaktin
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400