Miðlastjórin í Lech Poznan: Vit fingu rós frá UEFA

Miðlastjórin í Lech Poznan: Vit fingu rós frá UEFA
Lech Poznań sigur, at felagið gjørdi alt fyri at koma til Føroya, og hevði allatíðina samskifti við UEFA um ferðatrupulleikarnar
Maciej Henszel er samskiftis- og PR-stjóri í Lech Poznań
Mynd: Skíggjamynd  
 
14.08.2026 - 18:42

- Lech Poznań hevði allatíðina samband við UEFA undir truplu ferðini til Føroya. Tí var tað ongantíð vandi fyri, at KÍ skuldi vinna dystin uttan dyst.

Tað sigur Maciej Henszel, samskiftis- og PR-stjóri í Lech Poznań, í samrøðu við pólska TVP Sport. 

- Vit gjørdu alt, sum vit kundu, fyri at koma til Føroya. Vit høvdu bara verið í vanda fyri at tapa dystin uttan dyst, um vit ikki høvdu hildið UEFA kunnað um støðuna, ella um tað sá út sum, at vit ikki ætlaðu at spæla dystin, sigur hann í samrøðuni.

Sambært Henszel fekk Lech Poznan eisini rós frá UEFA fyri at vera í samband við evropeiska fótbóltssambandið allatíðina, og fyri at hava gjørt alt fyri at koma til Føroya og spæla dystin sum ætlað.

Pólska ferðalagið hevði ávísar trupulleikar at koma til Føroya vegna mjørka vesturi í Vágum. Ferðalagið royndi fyrstu ferð at koma til Føroya mikudagin, men flogferðin varð avlýst vegna mjørka. Í gjár royndu pólsku meistararnir aftur, men flogfarið mátti broyta kós og lenda í Bergen.

Lech Poznan kom til endans til Føroya beint yvir klokkan trý í gjár, nakrar fáar tímar áðrenn dysturin skuldi byrja. 

Men UEFA valdi seint seinnapartin í gjár kortini at útseta dystin til í kvøld.

Europa League-undankappingardysturin millum KÍ og Lech Poznań verður á Tórsvølli í kvøld klokkan sjey, og Kringvarpið sigur frá dystinum.

Vit byrja at senda trý korter til sjey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949