Føroyskur jarðfrøðingur í vísindatoymi hjá NASA

Føroyskur jarðfrøðingur í vísindatoymi hjá NASA
Uni Árting er biðin at koma upp í toymið, tí føroyska jarðfrøðin er meinlík henni á Mars
Uni Árting, jarðfrøðingur og granskari, er biðin um at koma upp í eitt vísindatoymi hjá NASA.
Mynd: Jarðfeingi  
 
03.11.2022 - 08:34

Uni Árting, sum starvast hjá Jarðfeingi, er vorðin partur av vísindatoymi hjá amerikanska rúmdarstovninum, NASA. 

Tað boðar Jarðfeingi frá á heimasíðuni. Uni Árting er jarðfrøðingur og granskari.

Sum liður í at arbeiða við dátunum frá rovaranum, Perserverance, sum koyrir á Mars, hevur vísindatoymið hjá NASA biðið Una Áring um at gerast limur.

Tá leitað var eftir støðum at royna tól, sum skuldu nýtast til at seta á rovaran, Perserverance, fall valið á Føroyar, tí jarðfrøðin var mett at vera lík henni á Mars.

 

Meinlík føroysku jarðfrøðini

Soleiðis gjørdist Uni Árting, sum er serfrøðingur í føroyskari jarðfrøði, partur av arbeiðinum í Føroyum, har tólini, sum í løtuni verða nýtt til at lýsa jarðfrøðina á Mars, vóru kalibrerað. 

Uni Árting var biðin um at gerast partur av toyminum hjá NASA, tá Perserverance kom á Mars, og tað vísti seg, at jarðfrøðin var meinlík tí føroysku.

- Enn er hetta nýtt, men eg havi altíð havt áhuga fyri jarðfrøði, sólskipanini og gongustjørnunum, og tí er tað heilt vist ein dreymur at arbeiða ítøkiliga við rúmdargransking, sigur Uni Árting millum annað við heimasíðuna hjá Jarðfeingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025