Iran hevur selt Russlandi dronur

Iran hevur selt Russlandi dronur
Fyri fyrstu ferð viðgongur Iran at hava selt Russlandi dronur, men tvíheldur um, at hetta hendi fyri kríggið við Ukraina
Hossein Amir-Abdollahian er uttanríkisráðharri í Iran
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
05.11.2022 - 13:24

Tað er iranski uttanríkisráðharrin Hossein Amir-Abdollahian, sum boðar frá søluni eftir at landið í fleiri mánaðir hevur verið ógreitt í sínum orðinum um iransku dronurnar, sum Russland nýtir móti ukrainska undirstøðukervinum.

- Vit sendu eitt avmarkað tal av dronum til Russlands fleiri mánaðir undan krígnum í Ukraina, segði hann við journalistar í Teheran í dag.

Higartil hava iranskir tænastumenn víst aftur, at Iran hevur givið Russlandi vápn. So seint sum í hesi vikuni segði iranski ST-sendiharrin, at einki hald er í skuldsetingunum, og hann endurtók, at Iran er uttanveltað í krígnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659