Fongsulsrevsing í 19 mánaðir fyri hassjsmugling

Fongsulsrevsing í 19 mánaðir fyri hassjsmugling
Dømdi maðurin hevði krógvað hassjið í einum bili, sum var serliga bygdur til smuglingina
 
10.11.2022 - 08:24

Ein 43 ára gamal maður var í Føroya rætti í gjár dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og sjey mánaðir fyri at hava smuglað umleið 15 kilo av hassji til Føroya, við tí í hyggju at selja tað víðari.

Maðurin, sum er dani, játtaði seg sekan, og tók við dóminum, sigur løgreglan í tíðindaskrivi.

Maðurin kom til Føroya við Norrønu 10. oktober.

Hassjið var funnið í bilinum, sum var krógvað í einum loyniligum rúmi undir viðførisrúminum. 

 

Serbygdur bilur

Bilurin var serliga bygdur til smuglingina, m.a. soleiðis at lúkan til loyniliga rúmið kundi latast upp frá førarasetrinum.

Ákæruvaldið kravdi, at hald var lagt á bilin, og tað tók Føroya rættur undir við. 

Hetta er størsta nøgd av hassji, sum løgreglan hevur lagt hald á seinastu nógvu árini. Søluvirðið er millum tríggjar milliónir og 750.000 kr. og 4,5 milliónir krónur.

Løgreglan kannar framvegis málið, og í løtuni eru fleiri fólk skuldsett. 

Løgreglan hevur higartil í ár lagt hald á meiri enn 40 kilo av hassji, og tað er tað mesta í einum ári. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375