Video: Ljóðið er bjargað

Video: Ljóðið er bjargað
Gamlar slitnar lakkplátur frá 1949 eru yvirspældar í KVF og goymdar í savninum
 
15.11.2022 - 13:33

Talan er um nakrar gamlar, støvutar lakkplátur frá 1949 við upptøkum, konga- og drotningavitjan í klaksvík. Jógvan Gerðalíð tók og upp og Robert Joensen raporterar.

- Hetta er eitt meistaraverk hjá Jógvani Gerðalíð, sigur John Dam, ið samlar upp á gamlar føroyskar lakkplátur.

 

Lakkplatur_NET

Video av yvirspælingunum. Ljóðið er frá lakkplátunum og gamli filmurin eru upptøkur frá kongavitjanini í Klaksvík í 1949. Klaksvíkar Kommuna eigur upptøkurnar og tær eru varðveittar í kringvarpssavinum.

 

Fyri at reinsa burtur dust og annað, ið hevur lagt seg á pláturnar, hevur John eitt tól, sum fyrst dustsýgur pláturnar, og eftir tað verða pláturnar reinasaðar við eini serligari vesku.

- Vit reinsa og spæla lakkpláturnar yvir á telduna, so upptøkurnar verða tøkar talgilt, sigur John Dam.

 

John Dam dustsýgur og reinsar pláturnar við eini serliga vesku

 

Við plátuspælaran situr tøknikkurin Kári Annand Berg og spælir pláturnar yvir.

- Vit hava eina serliga plátunál, sum riggar sera væl til lakkplátur, sigur Kári. Hann leggur afturat, at fleiri at upptøkunum eru sera góðar.

 

Ein serlig nál verður brúkt at spæla lakkpláturnar yvir á telduna

- Hetta er fantastiskt at ljóðið er bjargað og goymt í kringvarpssavninum, sigur John Dam.

 

1560913

Longri samrøða við John Dam og Kára Annand Berg í Góðan Morgun Føroyar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928