- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsval: Steðgur í lønarsamráðingum
Steðgur er í lønarsamráðingunum millum Lærarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Orsøkin er, at løgtingsval er útskrivað.
- Tá ið val verður útskrivað, er siðvenja, at allar lønarsamráðingarnar halda uppat, og tær verða ikki tiknar upp aftur fyrr enn nýtt landsstýri er valt.
Tað sigur Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Lærarafelagið og lønardeildin hittust annars fyrstu ferð 20. oktober, tá ið Lærarafelagið handaði krøvini. Síðani hava partarnir tosað saman nakrar ferðir.
Eisini steðgur í øðrum samráðingum
Tað eru ikki bara lønarsamráðingarnar við Lærarafelagið, ið eru steðgaðar fyribils.
Samráðingar vóru eisini byrjaðar við Akademikarafelagið, lærarar á Vinnuháskúlanum, Kommunulæknafelagið, Havnar arbeiðskvinnufelag og Heilsurøktarfelagið, har Komunala Arbeiðsgevarafelagið eisini er við.
Tær samráðingarnar verða heldur ikki tiknar uppaftur fyrr enn nýtt landsstýri er skipað.
Sáttmálin við lærararnar á Vinnuháskúlanum gekk út í fjør, meðan allir hinir sáttmálarnir gingu út 1. oktober í ár.