Landsliðsvenjarin: Endamálið er rokkið

Landsliðsvenjarin: Endamálið er rokkið
Håkan Ericson var rímiliga væl nøgdur eftir 1-1 javnleikin ímóti Kosovo í Pristina leygardagin. Túrurin var ein íløga í framtíðina, sum vónandi fer at loysa seg, segði hann
Hans Erik Danielsen/FSF
19.11.2022 - 21:00

Håkan Ericson var rímiliga væl nøgdur eftir 1-1 javnleikin ímóti Kosovo í Pristina leygardagin.

Uran Beslimi skeyt Kosovo framum, tá 64 minuttir vóru spældir, men innskifti Stefan Radosavljevic javnaði níggju minuttir seinni.

 - Vit vóru okey í fyrru helvt av fyrra hálvleiki. Eg haldi, at vit spæla væl í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, tá vit stýra spælinum. Vit byrja væl í seinna hálvleiki, men organisatiónin versnar sum frá líður, og vit hava tað strævið, tá Kosovo tekur yvir, segði landsliðsvenjarin.

 - Síðan var tað gott at fáa eitt mál, hóast vit kanska høvdu eydnuna við okkum. 

Endamálið rokkið

Venjingardystirnir ímóti Kekkia og Kosovo vóru teir síðstu í einum hendingaríkum landsliðsári, har sigurin á Turkalandi á Tórsvølli var hæddarpunktið.

Nógvir spælarar, sum ongantíð fyrr høvdu verið á A-landsliðnum, sluppu at royna seg - allir stóðu seg rímiliga væl - og júst tað var eitt av høvuðsendamálunum við túrinum hesa ferð.

 - Tað var ætlanin. Lutvíst at royna ymiskt nýtt - vit spæla sum sagt 4-5-1 ímóti Kekkia, og í dag spæla vit 4-4-2 fyri at royna tað, og vit hava sent átta debutantar á vøllin. Tað hevur verið høvuðsmálið á túrinum, og tað er ein íløga í framtíðina, sum vónandi fer at geva avkast, segði Håkan Ericson.

Næsta ár er EM-undankapping aftur á skránni, og mótstøðuliðini verða Kekkia, Pólland, Albania og Moldova. Fyrsti dysturin verður á útivølli ímóti Moldova 24. mars.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870