Tummas Lervig: KÍ var fyrsta val hjá Magne Hoseth

Tummas Lervig: KÍ var fyrsta val hjá Magne Hoseth
42 ára gamli Magni Hoseth varð mánadagin kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá KÍ. Hann vil lyfta stigið í felagnum enn meir, segði formaðurin í KÍ, Tummas Lervig
22.11.2022 - 09:59

Tað verður Magne Hoseth, sum skal vera venjari hjá KÍ.

Tað var greitt mánadagin, tá ið 42 ára gamli norðmaðurin varð kunngjørdur á KÍ-loftinum við Djúpumýrar.

Magni Hoseth er fyrst og fremst kendur sum spælari, har hann millum annað umboðaði Molde, FCK og Vålerenga. Síðstu árini hevur han verið hjálparvenjari í Kristiansund BK í norsku deildini.

Síðan Mikkjal Thomassen gavst í KÍ og fór til Fredrikstad í næstbestu norsku deildini, hevur nevndin í felagnum leitað eftir nýggjum venjara.

Leygarkvøldið eydnaðist at leggja putlispælið, og tað var avgerandi fyri KÍ, at Magni Hoseth hevði felagið sum fyrsta val.

 - Tá ið vit fortaldu honum, hvar vit stóðu, og hvar vit ætlaðu, so segði hann, at 'eg vil byggja uppá, og eg vil hækka yvirleggjaran', segði KÍ-formaðurin, Tummas Lervig.

Væntar onga kollvelting

Besta mansliðið hjá KÍ hevur verið sterkastu fótbóltsliðið í Føroyum seinastu árini, og í fjør eydnaðist at fáa heili 77 stig. Tað eru bert fýra frá fullum stigatali. 

Magne Hoseth nevndi, at tað helst verður trupult at fáa fleiri stig, men at ambitiónin framvegis er at røkka einum evropeiskum bólkaspæli. Tað skal gerast uttan at kollvelta felagið, segði Magni Hoseth, og júst tað dámdi KÍ-liðskiparin, Jákup B. Andreasen.

 - Tað virkaði, sum hann hevur stóra virðing fyri mentanini, sum vit hava her norðuri, og tað ætlar hann at varðveita. Samstundis ætlar hann at koma við nýggjum hugskotum og byggja uppá, segði Jákup B. Andreasen.

Magni Hoseth kemur til Føroya í næstu viku. Í fyrstu syftu er talan um stutta vitjan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400