Ukrainar í Føroyum skelkaðir um russlandssáttmálan

Ukrainar í Føroyum skelkaðir um russlandssáttmálan
Ukrainar í Føroyum eru skelkaðir, nú Føroyar hava gjørt fiskiveiðiavtalu við Russland - eitt land, ið drepur og fer sera illa við ukrainum
28.11.2022 - 17:51

Olga Loburak er úr Ukraina og hevur búð 21 ár í Føroyum. Hon býr í Klaksvík. 

Slava Turchynets hevur búð seks ár Føroyum. Hon býr á Argjum,

Báðar eru skelkaðar, at Føroyar hevur gjørt fiskiveiðuavtalu við Russland. Tær halda tað vera skomm.

Flestu føroysku politisku flokkarnir halda tað tó vera neyðugt at gera fiskiveiðuavtalu við Russland.

Olga Loburak heldur, at Føroyar kundu gjørt sín part fyri at steðga krígnum.

Tær hava ikki tosað við nógv fólk í Føroyum, síðani avtalan var gjørd, men Olga Loburak vísir tó á, at nøkur er samd við henni.

Heini í Skorini, Ph.d. í altjóða politikki heldur, at avgerðin um avtaluna sigur nakað um, hvørji virði, ið politiska skipanin í Føroyum setur fremst.
 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717