Landsrætturin herdi revsing fyri tríggjar harðskapstilburðir

Landsrætturin herdi revsing fyri tríggjar harðskapstilburðir
Ákæruvaldið skeyt dómin í Føroya rætti inn fyri Landsrættin, sum tók undir við kravinum frá ákæruvaldinum
Revsingin er lutvíst treytaleys, og maðurin skal tí inn at sita í tveir mánaðir.
 
02.12.2022 - 12:59

Ein 19 ára gamal maður var í Eystara Landsrætti í gjár dømdur fimm mánaða fongsulsrevsing fyri tríggjar harðskapstilburðir, sum vóru framdir í tíðarskeiðnum frá mars til juni í ár. 

Revsingin er lutvíst treytaleys, og maðurin skal tí inn at sita í tveir mánaðir. Tríggir mánaðir eru treytaðir, við m.a. kravi um samfelagstænastu.

Maðurin var fyrr í ár dømdur í Føroya Rætti. Har var hann dømdur fýra mánaða fongsulsrevsing, harav ein mánaður var treytaleysur.

 

Í landsrættin

Av tí at maðurin var dømdur fyri tríggjar harðskapstilburðir, har tann eini var fevndur av grein 245 í revsilógini um grovan harðskap, skeyt ákæruvaldið dómin inn fyri landsrættin við kravi um, at revsingin skuldi herðast.

Í gjár var málið fyri í Eystara Landsrætti, sum tók undir við ákæruvaldinum, at revsingin skuldi herðast. 

Rætturin legði m.a. dent á, at tann dømdi hevði framt harðskap tríggjar ferðir í eitt stutt tíðarskeið, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523