Tíggju høvuðsøki í ferðavinnuætlan fyri Sunda kommunu

Tíggju høvuðsøki í ferðavinnuætlan fyri Sunda kommunu
Størsti denturin er lagdur á bygdirnar, sum flestu ferðafólkini fara til, tað eru Saksun, Gjógv og Tjørnuvík
Við Gjógv. Ferðavinnan skal kasta av sær til teirra, sum búgva á staðnum, sigur Sunda kommuna.
 
05.12.2022 - 08:19

Tíggju høvuðsøki eru í ferðavinnuætlanini, sum er gjørd fyri Sunda kommunu.

Mælt verður til, at kommunan raðfestir hesi økini komandi árini. Ætlanin fevnir um árini 2022 til 2026. 

Kjarnin í ætlanini er eins og áður at tryggja góða javnvág millum teirra, sum búgva í kommunni, og teirra, sum vitja hana.

Og ferðavinnan skal kasta av sær til teirra, sum búgva á staðnum.

Størsti denturin er lagdur á bygdirnar, sum flestu ferðafólkini fara til, tað eru Saksun, Gjógv og Tjørnuvík.

 

Einfalt at seta í verk

Nøkur átøk í ferðavinnuætlanini eru einføld at seta í verk, og kunna muna her og nú, sigur Sunda kommuna. 

Onnur krevja størri fígging og meiri orku og haraftrat langtíðarsamstarv við aðrar partar. 

Umframt tilmælið um ítøkilig átøk verður mælt til, at kommunan viðger meira yvirskipaðar spurningar. 

Eitt nú, hvussu nógv ferðafólk bygdirnar tola sum frá líður, Og um mark skal setast fyri, hvussu nógvir bilar kunnu vera á vegunum ella í bygdunum í senn, hvussu stórir bussarnir kunnu vera og so framvegis.

Ferðavinnuætlanin verður nú viðgjørd í nevndunum hjá býráðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847