Føroyanevndin verður føst nevnd hjá fólkatinginum

Føroyanevndin verður føst nevnd hjá fólkatinginum
Nevndin skal viðgera lógir um málsøki, sum ikki eru yvirtikin, og ES-mál, sum hava serligan týdning fyri Føroyar
Føroyanevndin og grønlandsnevndin í fólkatinginum hava 29 limir hvør.
Mynd: folketinget.dk  
 
08.12.2022 - 09:12

Føroyanevndin og grønlandsnevndin hjá fólkatinginum skulu nú vera fastar nevndir hjá fólkatinginum.

Nú eru tær settar eftir samtyktum í fólkatinginum í ávikavist 2006 og 2002.

Fólkatingið fer í dag at hava seinnu viðgerð um eitt uppskot til samtyktar um at strika hesar samtyktirnar og gera báðar nevndirnar til fastar nevndir hjá fólkatinginum sambært reglunum í tingskipanini.

29 fólkatingslimir eru í hvørjari nevnd.

 

Kemur í gildi 14. desember

Fólkatingssamtyktirnar frá 2006 og 2002 siga ikki, hvussu nevndirnar skulu virka. Nú koma reglur um tað, reglur, sum koma í tingskipanina.

Føroyanevndin skal viðgera sambandið millum Føroyar og Danmark, millum annað virksemið hjá ríkismyndugleikunum. 

Hon skal viðgera lógir um málsøki, sum ikki eru yvirtikin, og ES-mál, sum hava serligan týdning fyri Føroyar.

Ætlanin er, at lógin um føroyanevndina og grønlandsnevndina skal koma í gildi 14. desember í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928