Eystur- og Sandoyartunlar ov stuttir í altjóða kapping

Eystur- og Sandoyartunlar ov stuttir í altjóða kapping
Endamálið við kappingini er at heiðra tær mest slóðbrótandi verkætlanirnar um tunnilsbygging og bygging undir jørð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2022 - 10:34

Eysturoyar- og Sandoyartunlar gjørdist ov stuttir í finaluni um at gerast ársins verkætlan 2022. 

Hetta var í kappingini hjá altjóða felagsskapinum “International Tunnelling and Underground Space Association.”

Endamálið við kappingini er at heiðra tær mest slóðbrótandi, nýskapandi og framúrskarandi verkætlanirnar um tunnilsbygging og bygging undir jørð.

 

Vatntunlar í Tokyo vunnu

Tveir vatntunlar undir Tokyo í Japan, sum skulu fyribyrgja, at Tachi-ai-gawa áin fer upp um bakkan, vunnu finaluna um verkætlanir, sum kosta millum 50 og 500 milliónir evrur.

Uppskot komu um 64 verkætlanir.

Fýra fóru í finaluna, teirra millum Eysturoyar- og Sandoyartunlar.

Hinar eru úr Kina og Japan.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379