- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landslæknin kannaði sjey deyðsvanlukkur í fjør
Landslæknin kannaði sjey deyðsvanlukkur í fjør
Fýra fólk doyðu í fjør av falli, eitt fólk druknaði, eitt fólk av kvaling og eitt av eitran

12.12.2022 - 08:37
Landslæknin kannaði sjey fólk, sum vóru deyð í vanlukkum, í fjør.
Eitt teirra doyði í ferðsluvanlukku.
Í 2020 vóru eisini sjey fólk kannað, trý teirra doyðu í ferðsluvanlukkum.
Fýra fólk doyðu í fjør av falli, eitt fólk druknaði, eitt fólk av kvaling og eitt av eitran.
Tvey fólk beindu fyri sær í fjør. Tey vóru trý í 2020.
Sambært tølunum hjá landslæknanum vóru nógv fleiri vanlukkur fyrr.
Ringasta árið í so máta er 1986, tá doyðu 27 fólk í vanlukkum, millum annað 14 í ferðsluvanlukkum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























