Fimm kommunulæknar í Berjabrekku

Fimm kommunulæknar í Berjabrekku
Tórshavnar býráð hevur játtað 3,5 mió. kr. til kommunulæknaviðtalurnar
Kommunan hevur lógarskyldu til at innrætta kommunulæknaviðtalur. (Savnsmynd)
 
16.12.2022 - 08:31

Fimm kommunulæknaviðtalur skulu vera í Berjabrekku næsta summar.

Tað sigur Tórshavnar kommuna í dagsskránni fyri býráðsfundin í gjár.

Talan er um eina nýggja viðtalu og fýra verandi viðtalur, sum vera fluttar í nýggj høli. 

Kommunan hevur lógarskyldu til at innrætta kommunulæknaviðtalur.

Býráðið játtaði í gjár 3,5 mió. kr. til kommunulæknaviðtalurnar í Berjabrekku, til innbúgv, tól og annað.

Tað, sum er í verandi viðtalum, verður endurnýtt í tann mun tað ber til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta í Glyrva kirkju
206625
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597