Jóhan á Plógv Hansen á danska landsliðið

Jóhan á Plógv Hansen á danska landsliðið
Venjarin kunngjørdi nøvnini fyrrapartin
Jóhan á Plógv Hansen spælir við týska felagnum Flensburg-Handewitt. (Savnsmynd)
 
19.12.2022 - 13:28

Jóhan á Plógv Hansen, sum spælir við týska felagnum Flensburg-Handewitt, er tikin út til danska landsliðið í hondbólti til HM-endaspælið í januar.

Venjarin, Nikolaj Jacobsen, kunngjørdi nøvnini í fyrrapartin.

Umframt Jóhan á Plógv eru Magnus Landin, Emil Jakobsen og Hans Lindberg úttiknir. 

Jóhan Plógv er fegin um úttøkuna:

 

19122022_Johan_a_Plogv_til_net

 

Danska manslandsliðið gjørdist fyrstu ferð heimsmeistari í hondbólti í 2019. 

Tvey ár seinni vann Danmark aftur heitið í Egyptalandi, og nú er møguleikin at vinna eina ferð aftrat. 

Men tað krevur, at Danmark spælir seg víðari í innleiðandi bólkinum í dystinum móti Belgia 13. januar, Bahrain 15. januar og Tunesia 17. januar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816