Kanna nú uttanhýsis fígging til golfvøll

Kanna nú uttanhýsis fígging til golfvøll
Í 2018 var mett, at golfvøllurin á Glyvursnesi við níggju holum fór at kosta 28 mió. kr.
Næsta ár eru 2,5 mió. kr. játtaðar til golfvøllin. (Savnsmynd)
 
20.12.2022 - 09:18

Tórshavnar kommuna fer nú at kanna, um til ber at fáa uttanhýsis fígging til golfvøllin á Glyvursnesi.

Tað samtykti býráðið í síðstu viku.

Annars heldur verkætlanin um golfvøllin fram.

Í 2018 var mett, at golfvøllurin við níggju holum fór at kosta 28 mió. kr. Eingin nýggj kostnaðarmeting er gjørd.

Myndugleikaviðgerðin um endaligt byggiloyvi er í gongd, og tilfarið at bjóða arbeiðið út er í gerð. 

 

Golffelagið fær seyðahús

Eisini hevur Tórshavnar kommuna nú goldið øll endurgjøld sambært sáttmálanum millum kommununa, Búnaðarstovuna og festaran um lendið á Glyvursnesi.

Kommunan fær seyðahúsið á Glyvursnesi 1.juli næsta ár. Golffelagið vil sleppa at gera húsið um til felagshús.

Samtykt er at gera sáttmála við Edwin Roald, golfvallararkitekt, um at vera ráðgevi í sambandi við fyrsta byggistig, sum nú skal bjóðast út.

Sáttmálin kostar eina millión og 180.000 kr. Næsta ár eru 2,5 mió. kr. játtaðar til golfvøllin.

Í ár er góð millión tøk til íløgur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391