Skulu vænta hægri rentur í 2023

Skulu vænta hægri rentur í 2023
Í seinnu helvt av 2022 hava føroysku bankarnir hækkað renturnar, og tær verða væntandi uppaftur hægri komandi ár
27.12.2022 - 17:39

Sethúsaprísirnir eru lækkaðir hetta seinasta hálva árið, og tað kemst millum annað av, at rentan er hækkað.

Hetta merkja tey, sum keypa og selja á bústaðarmarknaðinum. Jákup Andrias Hansen er Ognarmeklari hjá Betri Heimi, og hann hevur sæð eina broyting seinastu tíðina. 

Keypshugurin er ikki tann sami, sum hann var fyri eini tíð síðani. Men marknaðurin er enn við at tillagað seg, heldur Jákup Andrias Hansen. 

Rentan kemur ikki niður á sama støði aftur enn

Vit skulu bjálva okkum til, at renturnar hækka uppaftur meira komandi ár. Tað sigur, Árni Ellefsen, stjóri í bank nordik. 

Hetta er tó ikki bara fyribils - Vit skulu í onkran mun venja okkum við, at renturnar verða hægri í framtíðini. Seinastu árini hava tær verið søguliga lágar, í tíðarskeiðum negativar, og tað skulu vit ikki vænta okkum aftur fyribils. 

Útlánsrenturnar eru í miðal hjá føroysku bankunum øktar frá at vera 2,9% í august til 3,23% oktober í ár. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329