Fimm kommunur lækka skattaprosent

Fimm kommunur lækka skattaprosent
Lægsta skattaprosent er 16, tað hægsta er 21,75 næsta ár
TAKS hevur kunngjørt tølini hjá kommununum fyri 2023
 
28.12.2022 - 09:10

Skattaprosentið í Vestmanna er 21,25 eisini næsta ár, hóast tað er 21,50, sambært tølum hjá TAKS.

Fimm kommunur hava lægri skattaprosent næsta ár enn í ár. Hinar 24 kommunurnar hava sama skattaprosent næsta ár sum í ár.

Barnafrádráttur

Sjey kommunur hava størri barnafrádrátt næsta ár enn í ár. Størsti vøksturin er í Skálavík. Har er barnafrádrátturin í ár 6.000 kr. Hann er 9.000 kr. í næsta ár.

Hægsti barnafrádráttur er 10.000 kr. Hann er í Fugloy. Tann minsti er 5.000 kr. Hann er í Vestmanna.

Hægsta skattaprosent næsta ár er 21,75. Tað er í Vága kommunu. Fugloy, Skúgvoy og Fámjin hava skattaprosentið 16,00. Miðal kommunuskattaprosentið er 20,12 næsta ár. Tað er 20,06 í ár, siga tøl hjá TAKS. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985