Fimm fakfeløg aftrat gjørt semju við Fíggjarmálaráðið um lønarkarm

Fimm fakfeløg aftrat gjørt semju við Fíggjarmálaráðið um lønarkarm
Nú hava tilsamans 17 feløg gjørt semju um lønarkarm upp á 3,87 prosent næsta árið
Jan Sjóstein er stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.08.2026 - 12:53

Fimm fakfeløg aftrat hava gjørt semju við Fíggjarmálaráðið um ein lønarkarm upp á 3,87 prosent næsta árið.

Tey koma aftrat teimum 12 fakfeløgunum, sum frammanundan hava gjørt semju um lønarkarmin. 

Flestu av hinum fakfeløgunum eru eisini farin til samráðingar um sáttmála, upplýsir Jan Sjóstein, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Lønarkarmurin er 3,87 prosent. Í flestu førum verður øll hækkingin løgd oman á lønina, og í øðrum førum verður partur av karminum brúktur til umflokkingar.

Tey 12 feløgini eru Starvsfelagið, Heilsurøktarafelagið, Ljósmøðrafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Yrkisfelagið Miðnám, Akademikarafelag Føroya, Farmakonomforeningen, Yngri Læknar Føroyar, Kost- og føðslufelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Tekniska Lærarafelag og Pharma Danmark.

Harumframt eru eisini gjørdar eitt ára semjur gjørdar við hesi fimm feløgini: Ergoterapeutfelagið, Bioanalytikarafelagið, Musikklærarafelag Føroya, Felagið Maritimir Lærarar og Tænastumannafelagið.

Onnur fakfeløg eru eisini innkallað til samráðingar, og samráðingarnar eru byrjaðar við millum annað Føroya lærarafelag, Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Pedagogfelag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655