Virðisgjald og ikki virðisgjald

Virðisgjald og ikki virðisgjald
Ósamsvar millum ásetingarnar í avgjaldslógini ger, at ikki er loyvt at krevja virðisgjald fyri elbilar, sum er skrásettir frá 1. apríl til 31. desember 2024
Akstovan kravdi virðisgjald. Kærustovnurin sigur nei.
 
11.08.2026 - 08:27


Ósamsvar millum ásetingarnar í avgjaldslógini ger, at ikki er loyvt at krevja virðisgjald fyri elbilar, sum er skrásettir frá 1. apríl til 31. desember 2024.

Tað sigur Kærustovnurin, sum hevur ógildað eina avgerð hjá Akstovuni.

Akstovan kravdi virðisgjald fyri elbil, sum var skrásettur 19. desember 2024.  

Kærustovnurin sigur, at tað er torført at lesa avgjaldslógina á annan hátt, enn at lógin áleggur elbilum, sum eru skrásettir frá 1. apríl til 31. desember 2024, at rinda virðisgjald.

Samstundis undantekur lógin somu akfør frá hesi skyldu.

Reglurnar eru ógreiðar og tvítýddar.

Hildið saman við herda heimildarkravinum á skattaøkinum, metir Kærustovnurin, at heimild ikki er í avgjaldslógini at krevja virðisgjald fyri elbilar, sum eru skrásettir frá 1. apríl til og við 31. desember 2024. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858