Løgtingið gerast atkomiligt

Løgtingið gerast atkomiligt
Nýggja løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, ætlar at gera Løgtingið meira atkomuligt fyri allar borgarar, bæði á netinum og í sjálvum bygninginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.12.2022 - 18:31

– Vit fara at kanna, um vit kunnu gera nakað við heimasíðuna hjá Løgtinginum, so tey, sum hava avbjóðingar við at lesa vanligan tekst, eisini kunnu vera við, sigur Bjørt Samuelsen við In.fo.

Eisini ætlar hon, at tað skal verða lagaligt hjá øllum at koma inn í løgtingssalin, og somuleiðis ætlar tingforkvinnan at bøta um umstøðurnar hjá tingfólkum, so tey millum annað kunnu fáa hvør sína skrivstovu.

Umstøður til tað hava ikki verið nóg góðar í Løgtinginum, men avtala er gjørd við Havnar Arbeiðarafelag um, at Løgtingið skal leiga hølini, har Landsverk hevur hildið til í mong ár.

Fyrsti tingfundur í nýggja árinum verður hósdagin, og tá verður eisini fyrsti fundur í nýggja formansskapinum á tingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595