Fiskimálaráðið kunngjørt vísindaligu prógvini

Fiskimálaráðið kunngjørt vísindaligu prógvini
Nógv norðhavssild er í føroyskum sjógvi stóran part av árinum, og har eingin vísindalig kanning er, er fiskiskapurin prógvið, sigur Fiskimálaráðið
 
02.09.2013 - 13:04

Tyngdarpunktið hjá norðhavssildastovninum um summarið hevur flutt seg suðureftir og vestureftir frá 1995 til 2013, og hevur tey seinastu árini verið í altjóða sjógvi rættiliga tætt við føroyskan sjógv.

Norðhavssildin er nú í føroyskum sjógvi tað mesta av árinum, frá apríl/mai til november/desember Fyrr var hon bara her frá mai til juli, í tríggjar mánaðir.

Og parturin av sildastovninum, sum er í føroyskum sjógvi, hevur verið vaksandi seinnu árini. Nógv meira norðhavssild er í føroyskum sjógvi nú enn árini frammanundan.

Tað sigur Fiskimálaráðið í frágreiðing sínari um føroyska kravið um norðhavssild.

Hava frágreiðingina við sær

Føroysku samráðingarfólkini hava frágreiðingina við sær á fundin hjá strandarlondunum í London. Og frágreiðingin varð eisini almannakunngjørd fyrrapartin. Frágreiðingin byggir á søguna hjá sildastovninum og kanningar hjá Havstovuni seinastu nógvu árini.

Vit hava tríggjar keldur til at ávísa nøgdina í føroyskum sjógvi, sigur Fiskimálaráðið.

- Tær eru vísindaligar kanningar av norðhavssild á hvørjum ári í mai síðani 1995 og í juli síðani 2009 og fiskiskapurin.

- Nøgdin av norðhavssild í føroyskum sjógvi hevur ligið millum 5% í 2004 og 23,6% nú í ár, tá hon er størst.

- Frá 2004 til 2013 hava í miðal 17% av biomassanum verið í føroyskum sjógvi í mai. Um várið seinastu trý árini hava okkurt um 20% av stovninum verið í føroyskum sjógvi.

Eingin sild í ES-sjógvi

Í ES-sjógvi er norðhavssildin ongantíð komin upp um 3%, síðani kanningarnar hjá strandarlondunum, ES undantikið, byrjaðu í 2004.

Í juli vóru 9,9% í 2009 og 32,7% av sildini í 2013 og í miðal 24% í miðal um árið síðani 2009. Sambært býtinum, sum Føroyar ikki longur góðtaka, eigur ES 6,51 prosent av kvotuni. Føroyar eiga 5,16 prosent.

Fiskimálaráðið vísir á, at veiðan eftir norðhavssild tekur dik á seg í september og kemur í hæddina í oktober. Hetta er beinleiðis fiskiskapur eftir feitari norðhavssild í føroyskum sjógvi. Fiskiskapur, sum í mestan mun fyrr var í norskum sjógvi.

 Hesin heystfiskiskapur vísir heilt greitt, at heilt nógv er til av norðhavssild í føroyskum sjógvi um heystið, hóast ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar í hesum tíðarskeiði.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835