Moskva bíðar eftir Washington

Moskva bíðar eftir Washington
Eingin nýggjur fundur er avtalaður millum Russland og USA um kríggið í Ukraina
Fyrr í vikuni vóru samráðingar amerikanskar sendimenn og Vladimir Putin, forseta, í Kreml.
Mynd: Kristina Kormilitsyna/AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.12.2025 - 14:20

Moskva bíðar eftir fráboðan úr Washington eftir samráðingarnar millum USA og Russland fyrr í vikuni, upplýsir Kreml.

- Vit bíða nú eftir aftursvari frá amerikonsku starvsfeløgum okkara eftir samrøðurnar, vit høvdu týsdagin, sigur uttanríkispolitiski ráðgevin hjá Kreml, Yuri Ushakov, sambært almennu tíðindastovuni RIA.

Hann legði aftrat, at ongar ætlanir eru um telefonsamrøðu millum Vladimir Putin, forseta, og Donald Trump, forseta.

Og eingin nýggjur fundur er á skránni millum Russland og amerikanska sendimannin, Steve Witkoff, sambært Ushakov.

Teir báðir sendimenninir hjá Trump, Steve Witkoff og Jared Kushner, høvdu týsdagin ein næstan fimm tímar langan fund við Putin, Ushakov og russiska sendiharran Kirill Dmitriev í Moskva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329