Tryggingin rindar endurgjaldið til Fíggjarligt støðufesti

Tryggingin rindar endurgjaldið til Fíggjarligt støðufesti
Fyrrverandi forstjórin í Eik hevur trygging, sum dekkar allar 85,7 milliónirnar, sum hann er dømdur at gjalda
Marner Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Eik Banka.
 
13.01.2023 - 08:57

Góð trygging dekkar stóra endurgjaldið, sum Eystari landsrættur dømdi Marner Jacobsen at rinda Fígjgjarligum støðufesti.

Fyrrverandi forstjórin í Eik hevur eina trygging, sum dekkar allar 85,7 milliónirnar, ið hann skal rinda í endurgjaldi.

Hann fer sostatt ikki persónliga á húsagang orsakað av hesum, tí tryggingin dekkar alla upphæddina.

 

Teknaðu trygging

Tað váttar hann fyri Frihedsbrevet.fo, sum verður endurgivið á Portal.fo.

Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar, men tað vil Odd Bjellvåg, sum saman við Frithleifi Olsen varð fríkendur í málinum.

- Vit fingu okkum eina trygging í umleið 2005-06 upp á 100 milliónir krónur fyri tap, og 25 milliónir fyri sakarmálskostnað. Tað var heilt vanligt tá. Allir bankar høvdu eina líknandi trygging, sigur Odd Bjellvåg við Frihedsbrevet.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815